140x140

Málsligir spurningar um adressur


Jónas Broncksgøta ella Jónas Broncks gøta? Mariugøta ella Mariu gøta?

 

Tað rætta er Jónas Broncks gøta og Mariugøta.

Tá ið gøtunøvn innihalda eitt fólkanavn, er reglan, at navnið og gøta verða skrivað saman, tá ið fólkanavnið er eitt einstakt navn, t.d. Maria + gøta = Mariugøta, men tá ið fólkanavnið er fleiri nøvn, vanliga fornavn og eftirnavn, verður gøta skrivað leyst frá hinum nøvnunum, t.d. Jónas Bronck + gøta = Jónas Broncks gøta.

Kelda: Málstovan - Marius Staksberg


 

Eitir tað Ovarivegur, Ovari vegur, ovari Vegur ella Ovari Vegur?

 

Tað eigur at vera Ovari Vegur. Hava vit staðarnøvn, sum innihalda lýsingarorð + navnorð, verða tey skrivað í einum, tá ið lýsingarorðið er í grundstigi, t.d. Svartifossur og Gráisteinur, men í tveimum og bæði orðini við stórum, tá lýsingarorðið er í mið- ella hástigi, t.d. Ovari Vegur og Norðasta Horn.

Kelda: Málstovan - Marius Staksberg


 

Hvat er rætt at brúka á einum skelti? á Heyggi ella Á Heyggi? í Brekkuni ella Í Brekkuni?
 

Tað rætta er Á Heyggi og Í Brekkuni.
Tá talan er um eitt navn á einum skelti ella korti, eigur tað at byrja við stórum. Um skrivað verður: Eg búgvi á Heyggi ella í Brekkuni, skal tað vera við lítlum.

Kelda: Eivind Weyhe, lektari í málfrøði


 

Fyrisetingar - býir og bygdir í hvørjumfalli
 

Her ber til at síggja ein lista við bygdum og býum í hvørjumfalli og hvussu fyrisetingar verða brúktar [hygg her]


 

Broytingar í nøvnum sambært Staðarnavnanevndini

  
Bygdanøvn
Dagfesting Gamalt navn Nýtt navn
30-11-2010 Ánir Ánirnar
30-11-2010 Haldarsvík Haldórsvík
30-11-2010 Hellur Hellurnar
30-11-2010 Kolbanagjógv Kolbeinagjógv
30-11-2010 Lambi Lamba
30-11-2010 Skáli Skála
15-08-2011 Skúvoy Skúgvoy
31-08-2011 Øravík Ørðavík
31-08-2011 Øravíkslíð Ørðavíkslíð
 
Oyggjanøvn
Dagfesting Gamalt navn Nýtt navn
15-08-2011 Skúvoy Skúgvoy

 

Kelda: Staðarnavnanevndin


 

Heildarhvørsfall (gruppegenitiv) í veganøvnum

Heildarhvørsfall nevnist tað málsliga fyribrigdið at hvørsfalsending, sum viðvíkur einari navnheild av fleiri orðum, bara verður skoytt uppí tað seinasta orðið í navnheildini, t.d. Djóna í Geils gøta, har s’ið í Geils hoyrir til alla navnheildina “Djóna í Geil” og ikki bara “Geil”.

 
Í veganøvnum sum hava bæði fornavn og eftirnavn (t.d. Jákup Dahl) sum forlið, fær fornavnið hvønnfalsform, og eftirnavnið fær hvørsfalsending, t.d. Jákup Dahls gøta, Jákup Nolsøes gøta, Fríðrik Petersens gøta, Jóannes Paturssonar gøta, Grím Kambans gøta, Jógvan Waagsteins gøta.


Eru fornøvn stytt (t.d. J.C. Svabo), verður hvørsfalsending sett aftrat eftirnavninum, t.d. J.C. Svabos gøta, V.U. Hammershaimbs gøta, R.C. Effersøes gøta.

 

Kelda: Staðarnavnanevndin


 

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Málsligir spurningar