140x140

Vegaskelti og húsanr.

Tá kommunala adressuskipanin er góðkend, skulu vegaskelti og húsanummur sum skjótast setast upp (Adressulógin § 4).

Húsanummarið skal eisini síggjast í myrkri. Tí er tað ein fyrimunur, um talið kann kasta ljós aftur (endurskin) 

Kommunan skal síggja til og bera kosnaðin av, at vegaskelti verða sett upp. Um neyðugt kunnu vegaskelti v.m. setast upp inni á privatari ogn. 

Kommunan avgerð, um hon sjálv ella eigarin, fyri egna rokning, skal seta húsanummar á bygningar v.m. Mælt verður til, at kommunan sjálv setir húsanummur upp, tí so verður tað gjørt.

         

Dømi um óheppin húsanr. Tá portrið er opið, sæst nr. 17 ikki. Nr. 33 sæst illa, tí liturin fellur saman við húsinum.

Hvar skal húsanummarið standa?

Tá húsanummar verður sett upp, eigur at verða hugsað um:

  • Húsanummarið skal síggjast frá vegnum
  • Húsanummarið skal síggjast úr bili, og tað skal verða óneyðugt at fara úr bilinum fyri at spyrja um veg
  • Húsanummarið eigur at verða sett soleiðis, at tað hvørki verður fjalt av vøkstri um summarið ella av kava um veturin
  • Húsanummarið eigur ikki av verða sett á portur, tí um tað er opið, kann vera trupult at síggja nummarið
  • Húsanummarið eigur at vera nóg stórt - minst 85 mm í hædd, og hava ein lit, sum sæst týðiliga
  • Húsanummarið skal eisini síggjast í myrkri. Tí er tað ein fyrimunur, um talið kann kasta ljós aftur (endurskin).

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Vegaskelti og húsanr.