140x140

L-tal og Veganr

Eins og øll fólk hava eitt P-tal, hevur hvør adressa sítt L-tal og hvør vegur sítt Veganr. Bæði L-tal og Veganr. eru tilvildarlig og eintýðug tøl fyri alt landið. Eins og P-talið fylgir persóninum, sjálvt um hesin broytir navn, so fylgja L-tal og Veganr. ávikavist adressu og vegi, hóast hesi skifta nr. ella navn.


Úr Adressuálitinum síðu 12

 

L-talið er samansett av adressutali og eindarnr.
Dømi um L-tal fyri eina vanliga adressu har tað bert er 1 adressueind: 16567-00.
Dømi um L-tal fyri eina adressu har tað eru fleiri adressueindir: 19780-03.

Tá adressur verða brúktar í øðrum skráum, er eigur L-talið og Veganr. at verða brúkt ístaðin fyri at innlesa egnar adressur og veganøvn, tí um tað verður gjørt, er bert neyðugt at gera broytingar eitt stað, nevniliga í Landsadressuskránni. Broytingar talan kann vera um er, at vegir kunnu skifta navn ella stavihátt. Somuleiðis kunnu hús skifta húsanr.

Landsumfatandi fílur

Hesar fílur innihalda allar vegir og adressur í Landsadressuskránni. Fílurnar verða sjálvvirkandi dagførdar hvønn mánamorgun kl. 7. Fílurnar eru semikolon-separeraðar textfílur sum til ber at lesa inn í eitt nú databasuforrit og rokniørk.

Talva Fíla Dagførd
Kommunur kommunur.txt 19-01-2016
Postnr. postnr.txt 19-01-2016
Býlingar stad.txt 13-06-2013
Vegir adr_veg_geo.txt Ynskir tú ein mánaðarligan teldupost við dagførdum vegum, adressum og eindum, so skriva til Umhvørvisstovuna.
Adressur adr_nr_geo.txt
Eindir adr_eind.txt

 

Adressurtalvur

Myndin vísir hvussu adressutalvurnar eru samanknýttar.

Adressutalvur

Frágreiðing um nakrar av teigunum:

Teigur Frágreiðing
Vegur_s Veganavn við smáum bókstavum
Lat og Lon Breidd og longd til mittpunkt av veganavni ella húsanr í ETRS89
Rætningur Hall í gon á veganavni ella húsanr. 200 merkir vatnrætt.
Húsanr Húsanr og møguligur bókstavur. Dømi: 23B
Húsatal Tal-partur av húsanr. Dømi: 23
Húsastavur Møguligur bókstav-partur av húsanr. Dømi: B
Eindir Tal av eindum (adressueindum) við somu adressu
Adressutal Landsumfatandi eintýðugt tilvildarligt adressutal fyri hvørt húsanr.
Eindarnr Um fleiri eindir eru til eitt húsanr, fær hvør eind sítt eindarnr.
Hædd 0 = kjallari/veghædd. 1 = fyrsta hædd
Hurð Nummar á hurð. Kann eisini vera hm=høgrumegin; mi=miðja; vm=vinstrumegin

 

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Adressuskráir