140x140

Føroya søkka!

Mátingar vísa, at miðalvatnstøðan er hækkað 10 cm síðstu 50 árini. Hetta kemur partvíst av, at vatnmassin í høvunum er víðkaður vegna hækkandi hita, og partvíst av, at jøklar eru bráðnaðir.

Síðani 1957 hevur Meteorologisk Institut (DMI) mált miðalvatnstøðuna í Føroyum. Eitt sokallað vatnstøðubretti varð fastgjørt í bryggjuna í Tórshavn og síðani bleiv vatnstøðan avlisin við jøvnum millumbilum og skrivað niður. Hesar mátingar vísa, at miðalvatnstøðan er hækkað við umleið 2 mm um árið ella í alt 10 cm upp á 50 ár.


Mynd 1. Vatnstøðubretti í Tinganesi

Tá tosað verður um hæddir á fjøllum og øðrum, vísur tað til miðalvatnstøðuna, sum hon var í 1966. Hæddirnar  á uppmátingarpunktum, eisini nevnd fixpunktir, byggja á vatnstøðuna, sum hon var hetta árið.

Í 2009 vórðu nýggjar uppmátingar gjørdar av fixpunktunum og vísa útrokningar, at neyðugt er at lækka niveau’ið við 8 – 9 cm. Hetta merkir, at øll fjøll í landinum verða 8 – 9 cm lægri.

 

Mynd 2: Vatnstøðumátari hjá Landsverk í Sørvági
Mynd 2: Vatnstøðumátari hjá Landsverk í Sørvági

Í dag er ikki neyðugt at avlesa vatnstøðuna á einum vatnstøðubretti, tí Landsverk hevur sett sjey vatnstøðumátarar upp, sum støðugt máta vatnstøðuna. Til ber hjá øllum at síggja úrslitini á www.landsverk.fo

Tá tað verður sagt, at miðalvatnstøðan hækkar umleið 2 mm/ár, so er hetta í mun til landið, men hvør sigur, at tað ikki er landið, sum ístaðin søkkur? Til tess at finna útav hvussu stabilt landið er, setti Umhvørvisstovan í september mánaða 2008 ein gps’ara á skjøldurin á bygninginum (sí mynd 3).



Mynd 3: GPS’ari á Umhvørvisstovuni

Gps’arin mátar positiónina hvørt sekund og verða hesi dátu flutt til Kort- & Matrikelstyrelsen í Danmark, har tey verða kannað og goymd. Síðani tann 28. febr. 2011 hava dáta frá GPS'aranum eisini verið tøk á heimasíðuni hjá EUREF. Til ber at síggja rørslur her. Enn er bert stutt tíð fráliðin og tískil ber enn ikki til at siga nakað um, um hvussu landið flytur seg. Í londunum uttanum okkum hava slíkar mátingar verið gjørdar í nógv ár (sí mynd 4).
 


Mynd 4: Myndin vísir reyðar pílar har landið hækkar og bláar pílar har landið lækkar. Ein reyður pílur, sum svarar til 5 mm/ár sæst vinstrumegin í myndini.

Lesið meira:


Verður hugt at grannalondum okkara (mynd 4), er úrslitið hetta:

  • Ísland (Høfn):  +5 mm/ár
  • Skotland (Inverness): +2 mm/ár
  • Noreg (Stavanger): +4 mm/ár


Hetta kundi givið eina ábending um, at landið í Føroyum hækkar 2 – 3 mm/ár. Tá vit harafturat vita, at havið hækkar 2 mm/ár í mun til landið, bendir tað á, at havið íalt hækkar 4 – 5 mm/ár.

Tá gps’arin á Umhvørvisstovuni, saman við vatnstøðumátarunum hjá Landsverk, hava mált í nøkur ár, fer at bera til, við nógv størri vissu, at siga hvussu havið og landið flyta seg.

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Føroyar søkka