140x140

Fixpunkt á Internetinum

Til ber, á fixpunkt.us.fo, at finna og síggja upplýsingar um fixpunkt.

 

 

Síðan kann brúkast á teldu og á snildfon. Á snildfonini opnar tú ein vanligan browsara og skrivar fixpunkt.us.fo. Snildfonin er snild at brúka úti, tá tú skalt finna fixpunkt, tí tá ber til, sjálvvirkandi, at zooma inn á staðið, har tú ert stødd.

Neyvastu fixpunktini eru víst við reyðum. Næstbest eru bláu punktini. Um hvørki reyð ella blá funkt finnast í einum øki (FOTM-fixpunkt), ber til at tendra fyri FK89 fixpunktum (lilla og gul fixpunkt).

fixpunkt.us.fo

 

Til ber at tendra/sløkkja løg við fixpunktum, fáa fram teknlýsing og ymiskt annað - sí mynd niðanfyri.

Frágreiðing

 

Til ber at peika á eitt punkt á skermmyndini og fáa ymsar koordinatar og hæddir. Talan er um FOTM, UTM, Geografiskar og FK89 koordinatar. Fyri nógv av punktunum ber eisini til at síggja myndir av fixpunktunum - punkt við sterkum litum hava myndir tilknýttar. Til nøkur av fixpunktunum eru eisini fixpunktskitsur. 

 

Eisini ber til at síggja og heinta fixpunktslista. Vel "Indstillinger" og "Exporter alt til CSV".

 

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Fixpunkt á internetinum