Kunngerð av umhvørvisárinsmeting
Í sambandi við, at SEV ætlar at víðka upplandið hjá Vatnsnesvatni í Hovsdali, hevur felagið sambært §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann metast at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her
Almenningurin, áhugafeløg og myndugleikar kunnu gera viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Møgulig hoyringarsvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. juni 2019, og skulu sendast til: us@us.fo ella Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 160 Argir.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo
« Aftur
Vindmyllur í Flatnahaga
26-11-2019
Undantak til umhvørvisgóðkenning
25-11-2019
sp/f Fixa á Skarðshjalla undantak t…
20-11-2019
Vindmyllulund í Porkeri
13-11-2019
Sólorkuskipan hjá SEV í Sumba
11-09-2019
sp/f Autolakkering í Gøtudali undan…
09-09-2019
Evjupláss hjá IRF umhvørvisgóðkent
05-09-2019
Útfylling á Borðoyarvík
04-09-2019
Klaksvíkar Sleipistøð umhvørvisgóðk…
29-08-2019
Veita meira vatn til Vatnsnesar
21-08-2019