140x140

Sveimandi drekar til elframleiðslu í Vestmannasundi

Hoyring av umhvørvisárinsmeting

Elfelagið SEV ætlar at seta tveir sveimandi  drekar til elframleiðslu út í Vestmannasund. Eindirnar gagnnýta sjóvarfallið og  kunnu framleiða upp til 0,1 MW hvør. Í hesum sambandi hevur felagið latið gera eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og sæst her á heimasíðu okkara (niðast á síðuni).

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringsfreistin er 4 vikur. Møgulig hoyringarsvar skulu í seinasta lagi mikudagin 22. februar 2020 sendast til: 

Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur

Kunngerðir