140x140

Góðkenning av árinsmeting við Vatnsnes

23-08-2019 | Dálking og vernd

Vatnsnes í Hovi hevur verið brúkt sum vatngoymsla til elverkið í Botni síðani miðskeiðis í sektiárunum. SEV ætlar nú at veita meira vatn til Vatnsnesar við at økja tilrenningarøkið norðan fyri Vatnsnes við 0,98 km2 og sunnan fyri Vatnsnes við 0,6 km2.

Norðanfyri verður ein umleið 1.400 metur long veit gjørd oman fyri vegin til Vatnsnesar frá vatninum og eystur til Gilið í Enni. Í fýra støðum er ætlanin at leggja rør, sum eru umleið 100 mm í tvørmát, niður í veitina og út gjøgnum bakið á veitini, so vatn altíð rennur úr henni og oman í løkirnar niðanfyri. Har varðagøtan gongur fer at bera til at ganga um veitina. 

Sunnanfyri verður ovasti partur av tilrenningarøkinum til Illá veittur yvir í Vatnsnes. Hetta verður gjørt við veita vatn eystan ífrá til Áarkurv og haðani  oman til Vatnið oman Stórrygg og Ánna oman Stórrygg. 

Upprunaliga tilrenningarøkið til Hovsá er 11,430 km2. Í dag eru 4,470 km2 veittir til Vatnsnesar. Tá ætlaða útbyggingin er framd, eru 6,050 km2 veittir. Tilrenningarøkið minkar sostatt úr 61 % niður í 47 %.  Roknað verður við, at verkið í Botni fer at framleiða 1,3 GWh meira um árið við hesi útbyggingini. SEV metir, at tað minkar oljunýtsluna við 280 tonsum um árið. Tilsvarandi minkar útlátið av CO2 við 870 tonsum.

SEV hevur latið gera fakliga støðulýsing av økjunum, sum lýsir lendið umframt plantu-, skordýra- og fuglalívið. Mett verður, at lívfrøðiliga margfeldið fer at tillaga seg til turrari lendi niðan fyri avveitingarrennurnar við fleiri turrlendisplantum og fleiri graslendisklukkum í økinum niðan fyri veitirnar. Væntað verður ikki, at reiðringin í økjunum verður ávirkað. Mett verður, at plantu- og djóralívið í Hovsá verður minni ávirkað. 

At hækka byrgingina í Vatnsnesi er ikki partur av verkætlanini.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur