140x140

Fimm tey týdningarmestu grønu

09-08-2019 | Stovnurin

Umhvørvi og orka eru rættiliga komin á dagsskrá til hetta løgtingsvalið. Hetta eru fakøki hjá okkum á Umhvørvisstovuni, og vit vilja fegin leggja okkara kunnleika og vitan afturat kjakinum. Her hava vit gjørt ein lista við fimm evnum, sum vit meta vera tey, sum serliga eiga at vera vend politiskt, bæði í valstríðnum og í komandi løgtinginum.

 

·       Føroyar eru millum tey lond í heiminum við hægsta útlátinum av vakstrarhúsgassi fyri hvønn íbúgva, og útlátið er støðugt vaksandi. Vit hava tikið undir við París-avtaluni, og skulu tí minka útlátið munandi, og gera eina ætlan fyri, hvussu tað verður gjørt.  Skal alheims upphitingin tálmast nóg mikið,  skal útlátið skerjast við 45 %’um áðrenn 2030, og nettoútlátið skal vera burtur í 2050 *, eisini í Føroyum. Skal tað eydnast, er neyðugt við politiskum átøkum, sum virka. Helst bæði píski og gularót – tað má muna beinavegin.

 

·       Skiftið til grøna orku er ávegis. Men tað má ganga skjótari. Tað er av størsta týdningi at halda fast við átøkini, sum politiska skipanin hevure sett í verk, tí tey muna. MVG-frítøka av hitapumpum, elbilum og vetnisbilum, frítøka fyri vektgjald og virðisgjald – og ikki minst lægri elprísur til hitapumpur og elbilar. Tað almenna má arbeiða miðvíst, so skiftið fær meira ferð á.

 

·       Vit mugu ikki bíða hvør eftir øðrum, grøn orkuframleiðsla og grøn orkunýtsla mugu fylgjast. Á framleiðslusíðuni mugu tríggjar nýggjar, stórar vindmyllur koma upp á hvørjum ári komandi 10 árini fyri at røkka málunum. Umráðandi er at kunna avgreiða umsóknir og formalitetir skjótt og einfalt, og at samstørvini, sum skulu tryggja útbyggingarnar, eru tøtt og haldgóð.

 

 

·       Tá vindarnir blása, framleiða vit grøna orku. Men nógv av henni fer beint framvið, so at siga. Tí vit ikki hava møguleika at goyma hana. Tað, sum liggur á borðinum beint nú, er at gera pumpuskipanir, har yvirskotið frá vindorku verður nýtt til at fylla vatnorkugoymslur. At gera slíkar goymslur krevur risastórar íløgur, kanska í milliardastødd. Men tað er sera avgerandi. Politikarar mugu tryggja, at hetta verður gjørt, og gera av, um hetta er ein uppgáva fyri tað almenna ella onnur at loysa.

 

 

·       Náttúran eigur at verða betur vard. Vit hava øll skyldu at virða margfeldið í náttúruni, og tí skulu betur atlit takast at náttúruni, áðrenn avgerðir verða tiknar um inntriv. Margfeldislógin varð ikki samtykt í farna valskeiði, og tí kunnu vit enn gera inntriv í náttúruna uttan stórvegis fyrilit fyri djóra- og plantulívi.

Skulu vit verja náttúruna og hennara margfeldi, er alneyðugt at vit fáa eina nýmótans lóg, sum greitt ásetir, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna.

 

Umhvørvisstovan hevur bjóðað øllum flokkum eina vitjan at umrøða hesi mál og at nýta serkunnleikan á stovninum til at tryggja seg faktuelt, tá tey skulu tosa um umhvørvi og orku. 

« Aftur