140x140

IRF fingið umhvørvisgóðkenning til nýtt tyrvingarpláss úti í Nýggjheiðum í Kvívík

03-07-2019 | Dálking og vernd

IRF og Tórshavnar kommuna hava tørv á nýggjum øki til tyrving av tilfari, sum ikki kann brennast ella endurnýtast. 
Avtala er tí gjørd um at gera eitt felags tyrvingarpláss fyri alt landið. 
IRF stendur sum byggiharri, meðan Tórshavnar kommuna, saman við IRF fer at nýta tyrvingarplássið og verða við til at fíggja raksturin.

Tyrvingarplássið fer at hava eina slíka stødd, at tað kann nøkta tørvin í í minsta lagi 20 ár framyvir.

Tyrving kann hava ávísa dálking við sær, treytað av hvat fyri slag av burturkasti tyrvt verður. Í umhvørvisgóðkenningini eru m.a. treytir um, hvat kann tyrvast.  Á hesum plássinum kann bert tyrvast burturkast, sum ikki er serliga dálkandi og ikki kann endurnýtast ella brennast. Talan kann eitt nú vera um bila- og rútaglas, gips, glasull, keramikk, evju frá vegbrunnum, asbest og eternitt o.l. Umhvørvisstovan kann eisini í serligum førum, og eftir umsókn, loyva, at eitt nú at dálkað tilfar av havbotni, oljudálkað mold ella oljudálkað grót verður tyrvt á plássinum.
Eisini eru treytir eru settar um innrætting og rakstur, sýnistøku og kanningar av spillivatni og mold niðan fyri plássið, at plássið verður væl frágingið, tá tað er fult, og at hegn, rennur og rør verða hildin viðlíka. 

Tyrvingarplássið verður innhegnað og læst, so at seyður og óviðkomandi ikki sleppa inn á plássið. Løkir og annað omanávatn oman fyri plássið verður veitt uttan um plássið fyri at minka um nøgdina av vatni, sum rennur ígjøgnum plássið. Harafturat verður alt regnvatn, sum kemur niður á tyrvingarplássið, samlað í veitir niðan fyri økið, reinsað og leitt út á sjógv í leiðing, sum í minsta lagi skal vera 1 m undir størstu fjøru. Kanningar skulu javnan gerast av spillvatninum frá plássinum og av moldini niðan fyri plássið.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur