140x140

Kort av valstøðum í Føroyum

23-05-2019 | Kort og adressur

Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt kort, sum vísir valstøðini í Føroyum komandi fólkatingsval.

Í alt eru 58 valstøð.

Roknað eftir vídd er størsta valstað Giljanes, har fólk úr Miðvági, Sandavági og Vatnsoyrum velja,  og tað minsta Lopra.

Hetta er annars seinasta ferð, at veljararnir í Haraldssundi sleppa at velja á staðnum. Til løgtingsvalið fer atkvøðugreiðslan fram í Kunoyar bygd.

Kortið við valstøðum kann heintast her (seinast dagført 19. juni 2019).

 

Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur