140x140

Verkætlanin at byggja Sandoyartunnilin fingið umhvørvisgóðkenning

16-05-2019 | Dálking og vernd

P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal byggja undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Sandoy. Í Suðurstreymoy verður tunnilsop á Gomlurætt. Á Sandoynni verður tunnilsop inni í Traðardali. Tunnilin verður 10,8 km langur, og mesta dýpi er 155 metrar undir sjóvarmálanum, og eins og í Eysturoyartunlinum verður mesta hallið 5 prosent. Roknað verður við at spreingja 0,8 mió. m3 í føstum tilfari úr tunlinum.

Góðkenningin fevnir um arbeiðið hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlum at gera Sandoyartunnilin og alt viðkomandi virksemi, sum fer fram á atliggjandi økjum hjá tunlinum út til uttasta jagara av nýggju vegagerðunum, umframt avskipingarøkjum til grót, so leingi byggiarbeiðið varir.

Endamálið við umhvørvisgóðkenningini er at fyribyrgja og avmarka dálking av náttúru og umhvørvi, og at fyribyrgja og avmarka ampar, sum kunnu standast av virkseminum.  

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Sjúrður J. Ferjá, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur