Hevur tú hug at vita, hvussu PCB kanningar kunnu fremjast við tóli, sum er á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Tórshavn?
Høvi verður at kunna seg um kanningarháttin gasskromatografi við tandem massaspektrometri tann 1. juni 2018. Tá kemur Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlislívfrøði at greiða frá um kanningarháttin, ið verður nýttur at kanna PCB og dioksin.
Hvar: Fróðskaparsetur Føroya, Sjóvinnuhúsið, høli U407
Nær: 1. juni kl 13 -16, sama dag sum Mentanarnáttin 2018 er
Skeiðið er ætlað teimum, sum hava nakað av skili fyri evnafrøðiligum kanningum, men øll eru vælkomin at koma at lurta.
Skrá:
kl 13:00 Hvat snýr verkætlanin “PCB í fiski” seg um. Introduktión frá verkætlanarleiðara Mariu Dam, deildarleiðara á Gransking, Umhvørvisstovan
kl 13:20 Kanningarhátturin GC-MS/MS, gasskromatografi við tandem massaspektrometri. Svein-Ole Mikalsen, professari Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
kl 16:00 Mini-skeiðið endar
Skeiðið er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.
Fyriskiparar eru verkætlanarbólkurin, sum stendur fyri at seta í verk “PCB og dioksin-kanningar í fiski”. Verkætlanin verður stuðlað av luttakandi stovnum og virkjum, og Fiskivinnugransking.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Mariu Dam, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Níggju av tíggu latin inn aftur
15-02-2019
Umhvørvisárinsmeting av biogassverk…
07-02-2019
Granskari til Umhvørvisstovuna
01-02-2019
Ljóðkanning í Kollafirði
15-01-2019
Nýggjársbál
29-12-2018
CO2 útlátið øktist munandi í fjør
17-12-2018
Yvirtøka av kort- og landmátingarmy…
11-12-2018
Viðmerkingar til góðkenning av elpr…
10-12-2018
Nær koma næstu vindmyllurnar?
03-12-2018
Tríggir góðir vinnarafilmar um endu…
06-11-2018