140x140

Níggju av tíggu latin inn aftur

15-02-2019 | Dálking og vernd

Nýtslan av einnýtisíløtum er vaksin síðan byrjað varð at gera hagtøl í 2008. Uppgerðin fyri 2017 vísir, at gongdin er tann sama sum áður. Fleiri einnýtisíløt verða innflutt enn áður, og tann parturin, sum verður latin inn aftur, er støðugur. Returprosentið í 2017 var 88 %. Tað merkir, at nærum níggju av tíggju einnýtisíløtum vórðu latin inn aftur í 2017.

Býtið millum ymsu sløgini vísir, at nógv mest verður nýtt av metali og plasti. Hesi liggja á nøkulunda sama støði, meðan nýtslan av glasi einans er ein lítil partur av samlaðu tølunum. Tó sæst eisini ein vøkstur av nýtsluni av einnýtisíløtum úr glasi.

Nýtslan av einnýtisíløtum nærkast nú 10 mió. íløtum um árið.

Her finnur tú fleiri upplýsingar um seinastu uppgerðina fyri einnýtisíløt

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Vivie Kirke Davidsen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo