Nú verður ikki longur frítt at sigla kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.
Sunnudagin 15. apríl er fyrsti dagur, at skip og bátar, sum eru nærri enn 500 m úr landi úr Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy, ikki kunnu sigla skjótari enn 8 fj/t.
Í nýggju kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í fjør er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og pørtum av Nólsoy.
Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum er eisini bannað í nevnda tíðarskeiði.
Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið.
Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina tá siglt verður nær landi í hesum økjum.
Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ikki er loyvt at sigla skjótari enn 8 fj/t í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august.
Les meira um Ramsar-arbeiðið her
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo
Níggju av tíggu latin inn aftur
15-02-2019
Umhvørvisárinsmeting av biogassverk…
07-02-2019
Granskari til Umhvørvisstovuna
01-02-2019
Ljóðkanning í Kollafirði
15-01-2019
Nýggjársbál
29-12-2018
CO2 útlátið øktist munandi í fjør
17-12-2018
Yvirtøka av kort- og landmátingarmy…
11-12-2018
Viðmerkingar til góðkenning av elpr…
10-12-2018
Nær koma næstu vindmyllurnar?
03-12-2018
Tríggir góðir vinnarafilmar um endu…
06-11-2018