140x140

Tvær vikur til filmskappingin endar - kanska tú nært tað!

17-09-2018 | Dálking og vernd

Hevur tú eitt hugskot til ein film um at endurnýta meira pappír? So kanst tú enn vera við í kappingini um at vinna 25.000 kr., sum verður latið til besta filmin. Freistin fyri at lata inn uppskot er 1. okt. 2018.

Les nærri um kappingina, krøvini og hygg gjøgnum framløgurnar frá kunnandi fundinum í Posthúskjallaranum 27. juni 2018.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo