140x140

Sundsverkið fingið nýggja umhvørvisgóðkenning

28-03-2018 | Dálking og vernd

Í sambandi við at SEV ætlar at byggja eina nýggja støð aftur at Sundsverkinum, hevur alt verkið við tilhoyrandi virksemi fingið nýggja umhvørvisgóðkenning.

Endamálið við útbyggingini er at hava eitt elverk á Sundi, sum kann veita orku, tá ið vatn- og vindorka ikki eru tøk, og at veita støðuleika og fylla út sveiggini í vind- og vatnorkuni. Nýggja støðin fer at hava fýra motorar á 9,2 MW, tilsaman 37 MW. Eftir útbyggingina verður tøki mátturin á Sundi 78 MW. Teir elstu motorarnar upp á 25 MW eru tó ber til at taka

Treytir eru um, hvussu raksturin av motorunum verður raðfestur, at reinsiskipan er á roykinum frá motorunum á nýggju støðini og at innihaldið av svávuli skal lækka frá 2020. Harafturat eru treytir um tangagarð, spillivatn, óljóð, mannagongdir og tilbúgving.

SEV metir, at elframleiðslan í meginøkinum verður millum 430 og 530 MWh um árið og at elverkið á Sundi fer at framleiða millum 108 og 163 MWh um ári. 

Góðkennningin er her

Almenna lýsingin er her

 

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 25. apríl 2018.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur