140x140

Yvir 7000 flogmyndir 1958 – 2016 tøkar á internetinum

14-11-2017 | Kort og adressur

Flogmyndir frá 1958 og fram til 2016 eru nú tøkar á us.fo/flogmyndir.

Umhvørvisstovan eigur eitt stórt savn av flogmyndum, sum eru tiknar í sambandi við fotogrammetriska kortlegging. Fyrstu myndirnar eru frá 1958, og síðani eru ymsu støðini í Føroyum avmyndað við jøvnum millumbilum.

Nógvar av myndunum eru nú skannaðar og lagdar á netið til almenna nýtslu. Tilsamans er talan um 7.164 skannaðar myndir, sum eru frá árunum: 1958, 1970, 1982, 1983, 1984, 2000, 2002, 2004, 2009 og 2016. Nøkur ár er tað eydnast at avmynda alt landið, meðan onnur ár, er bert eydnast at avmynda partar av landinum.

Øll kunnu brúka myndirnar sum teimum lystir móti at upplýsa, at keldan er Umhvørvisstovan.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur