140x140

Undantak at taða oman fyri 250 metra hædd.

05-07-2017 | Dálking og vernd

Í sambandi við niðurlegging av pørtum av tyrvingarplássinum í Húsahaga hevur Umhvørvisstovan givið Tórshavnar kommunu undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd.

Í umhvørvisgóðkenningini fyri tyrvingarplássið er ásett, at økið skal avsluttast við í minsta lagi einum metri av mold, og skal gras sáast, soleiðis at minst møgulig broyting verður í mun til upprunaliga lendið. Fyri at hjálpa uppá hetta, ynskir Tórshavnar kommuna, saman við festaranum av lendinum, at taða so hvørt sum økini verða niðurløgd.

Ein partur av tyrvingarplássinum liggur oman fyri 250 metra hædd, har forboð er fyri at taða sambært kunngerðini um taðing. Umhvørvisstovan kann tó í serligum førum veita undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metra hædd.

Umhvørvisstovan heldur, at tað hevur týdning, tá slíkt tyrvingarpláss verður niðurlagt, at mold verður løgd á og at økið verður sátt, fyri at økið ikki skal liggja sum eitt sár í lendinum, og at taðing á slíkum økjum kann vera fevnt av undantakinum um at loyva taðing oman fyri 250 metra hædd.

Undantaksloyvið er tíðaravmarkað til 5 ár, og er treyt sett um, at taðast einans skal á økjum, ið hava verið nýtt til tyrving, og einans í sambandi við niðurlegging av einum øki. Eisini er treyt um at avmarka nøgdina av tøðum.

Undantaksloyvini eru her

Avgerðin kann kærast til innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 4 vikur frá dags dato, t.e. mikudagin 2. august 2017.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur