140x140

Nýggjársbál

28-12-2017 | Dálking og vernd

Er tú ein teirra, sum ætlar at skipa fyri einum nýggjársbálið, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi. 

Tað er ikki loyvt at brenna stór bál uttan at kommunan hevur givið loyvi. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.

Tað er ikki alt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, t.d. óviðgjørdur viður og pappír og greinar.



Tað er ikki loyvt at brenna burturkast.  

Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. 

Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

Les meira um at brenna bál

les vegleiðingina um at brenna bál

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo