140x140

Michael K. Jacobæus er settur í starv sum deildarleiðari á Skógrøkt.

11-08-2017 | Skógrøkt

Michael er útbúgvin lendisarkitektur frá Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur royndir innan skógrøkt og anleggsvirksemi og var í síni tíð ein teirra, ið setti á stovn P/f Hjálpirót. Michael hevur eisini fingist við at kunna um garðyrkið og lendisrøkt m.a. á kvøldskúlanum.

Michael hevur seinasta árið røkt starvið sum leiðari á Skógrøkt sum avloysari.  Fyri tað var Michael í 20 ár hjá Tórshavnar kommunu, har hann varðaði av grønu økjunum, fyrst sum býargartnari og seinastu 10 árini sum lendisarkitektur á plandeildini.