140x140

Eysturoyartunnilin

28-11-2016 | Dálking og vernd

Verkætlanin at byggja Eysturoyartunnilin fingið umhvørvisgóðkenning

P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal byggja undirsjóvartunnil millum Skálafjørð og Suðurstreymoy. Tunnilin verður 11,3 km langur. Roknað verður við at spreingja 1,3 mió. m3 í føstum tilfari úr tunlinum. Tunnilsop við Skálafjørðin verða á Strondum, niðanfyri býlingin í Selvindi og norðantil á Saltnesi. Í Suðurstreymoy verður tunnilsop við Rossagil norðanfyri Hvítanes.

Góðkenningin fevnir um arbeiðið hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlum at gera Eysturoyartunnilin og alt viðkomandi virksemi, sum fer fram á atliggjandi økjum hjá tunlinum út til uttasta jagara á ætlaðu rundkoyringunum við hvønn tunnilsmunna sær, umframt møguligum avskipingarøkjum uttanfyri ætlaðu verklagslinjurnar, so leingi byggiarbeiðið varir.

Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt við at  avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt, at avmarka útlát av dálkandi evnum og evju við spillvatni og av dusti.

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 27. desember 2016.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo

 

 

« Aftur