140x140

Fixari at finna fixpunkt

04-11-2016 | Kort og adressur

Nú verður lættari hjá øllum, sum takast við uppmátingar, at finna fixpunkt.

Fixpunkt eru uppmátingarpunkt við kendari knattstøðu og hædd, sum verða brúkt í samband við uppmátingararbeiði. Saman við Sp/f Munin hevur Umhvørvisstovan ment eina heimasíðu, sum ger tað lætt at finna og fáa upplýsingar um fixpunkt. Heimasíðan er serliga væl egnað at brúka á snildfon, tí tá ber til at finna fram til fixpunktini úti í lendinum. Myndir eru av nógvum av punktunum, og á tann hátt fæst størri vissa fyri, at ein hevur funnið fram til rætta punktið. Tað hevur hent seg, at uppmátingar eru gjørdar úr einum fixpunkti, sum so aftaná hevur víst seg ikki at vera rætt punkt.

Nýggja heimasíðan kallast:
http://fixpunkt.us.fo/

Vegleiðing um brúk av síðuni sæst her:
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=13826

Tað eru ikki einans landmátarar og verkfrøðingar, sum fáa gleði av nýggju heimasíðuni. Hjá vanligum fólki, ber til at kanna neyvleikan av gps’aranum í eitt nú teirra telefon. Somuleiðis kunnu børn og barnsligar sálir brúka heimasíðuna á síni fartelefon á skattaveiðu: Finn fixpunktið fyrst!
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur