140x140

Landsrættardómur um matrikulgjøld

03-11-2016 | Matrikul og útskifting

Matrikulgjøldini eru lóglig, og prísásetingarnar hjá Umhvørvisstovuni eru sakligar. Hetta er niðurstøðan hjá landsrættinum, sum í dag hevur sagt dóm í einum prinsipiellum sakarmáli millum Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu.

Sakarmálið snúðið seg um eina rokning fyri matrikulert arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík. Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda rokningina og grundgav hetta við, at heimild ikki var fyri at taka slík gjøld. Í øðrum lagi varð sagt, at rokningin var alt ov stór. Umhvørvisstovan stevndi kommununa eftir gjaldinum, og fekk viðhald í Føroya Rætti. Tórshavnar kommuna legði málið fyri landsrættin, sum í dag kom til somu niðurstøðu.

Í grundgevingunum fyri dómin sigur landsrætturin m.a., at gjøldini fyri matrikuler arbeiði hvørki eru í stríð við § 43 í grundlógini ella § 41 í stýrisskipanarlógini, og at tey hava heimild í kunngerðini um gjøld eftir matrikullógini (K 14/2009). Somuleiðis varð staðfest, at rokningin fyri tað ítøkiliga málið var bæði rímulig og saklig. Kommunan varð sostatt dømd at gjalda rokningina og sakarmálskostnaðin hjá Umhvørvisstovuni.
 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Ronnie Thomassen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, 342400 ella us@us.fo.

« Aftur