140x140

Nú er klárt at skráseta vápn

28-10-2016 | Stovnurin

Síðan í summar hevur Umhvørvisstovan merkt stóran áhuga millum fólk at skráseta síni lógligu vápn. Umhvørvisstovan fegnast um, at fólk eru so altráð eftir at fáa viðurskiftini í rættlag, tí flest øll eru samd í, at handfaring av vápnum er álvarsmál. Nú eru skipaninar klárar, so vápnini kunnu skrásetast og vápnaprógv útskrivast.

Øll skotvápn skulu skrásetast í vápnaskránni í seinasti lagi 1. januar 2017. Vápnaskrásetingin fer fram á heimasíðuni: vapn.us.fo.

Umframt at skráseta vápnini skulu øll, sum brúka vápn, hava vápnaprógv. Hetta kravið er galdandi frá 1. januar 2017. Persónar, sum eru føddir fyri 1986, kunnu fáa vápnaprógv uttan at hava staðið vápnatrygdarskeið. Hetta er tó treytað av, at vápnið ikki er keypt eftir 1. januar 2016. Vápnaprógv fæst við at søkja Umhvørvisstovuna um hetta, og aldursmarkið er 18 ár.

Ongin, føddur í 1986 ella seinni, fær vápnaprógv uttan at hava staðið eitt vápnatrygdarskeið. Sama kravið er galdandi fyri øll, sum hava keypt vápn síni eftir 1. januar 2016, óansæð um hesir persónar eru føddir fyri 1986.

Á heimasíðuni www.us.fo sæst yvirlit yvir góðkendar veitarar av vápnastrygdarskeiði.

Lógin um vápn sæst her.

Kunngerðirnar kunnu lesast her:
Kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum, sum broytt við kunngerð nr. 92 frá 7. september 2016
Kunngerð nr. 93 frá 7. september 2016 um vápnaprógv.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Malene Egeberg Jacobsen, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur