140x140

Bakkafrost á Glyvrum fingið umhvørvisgóðkenning

28-09-2016 | Dálking og vernd

Hagreiðingarvirkið hjá P/F Bakkafrost Processing á Glyvrum varð umhvørvisgóðkent tann 23.09.16.

Virkið skal taka í móti aldum fiski, sum antin verður kruvdur og køldur, útfluttur ísaður ella frystur, ella meirvirkaður sum flak, ella virkaður til lidnar rættir. Aðrir úrdráttir frá framleiðsluni kunnu t.d. vera ryggir, ymsir burturskurðir, høvd og súrløga av innvøli og øðrum leivdum. Virkið hevur kulda- og frystigoymslu, og gagnnýtir spillhitan frá hesum til upphiting, umframt at virkið kann gagnnýta spillhita frá grannavirkinum, P/F Bakkafrost Packaging. Metingin  av umhvørvisviðurskiftunum er grundað á, at virkið kann taka ímóti 700 tonsum av aldum fiski um samdøgrið ella 150.000 tonsum um árið.

Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka dálking av luft og havi og ampum av óljóði, lukti o.ø., at umhvørvisdálkandi evni í minst møguliga mun verða leidd út í umhvørvið, at innaneftirlit, umhvørvisstýriskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum, at umhvørvisliga besta tøka tøknin í størst møguligan mun verður nýtt, at regluligt eftirlit er við reinsiskipanum og at vandin fyri óhappum, sum kunnu hava dálking við sær, skal minkast mest møguligt.

Góðkenningin

Almenna lýsingin

Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
 

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 28. september 2016.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo

 

 

 

« Aftur