140x140

Vindmátimasturin i Porkerishaganum

Vindmyllulund í Suðuroy komin eitt stig nærri

01-09-2016 | Stovnurin

Umhvørvisstovan hevur í longri tíð fyrireikað vindmylllund í Suðuroy. Ein liður í hesum arbeiði er at meta um vindviðurskiftini. Í fyrstu atløgu er Porkerishagi valdur sum áhugavert øki. Í hesum døgum er vindmátimastur sett upp har og er nú klár at taka í nýtslu.

 

SEV hevur vegna Umhvørvisstovuna staðið fyri arbeiðinum at seta mastrina upp og stendur eisini fyri vindmátingunum, sum skulu brúkast til vindútboðið.
Væntandi verður klárt seinni í heyst at gera loyvisútboð til elframleiðslu úr vindorku í Suðuroy. Útboðið verður umleið 5 MW til støddar. Umhvørvisstovan hevur havt samband við Porkeris kommunu og umboð fyri eigarar av lendinum í økinum. Tá støða er tikin til neyvari staðseting av lundini, verða samráðingar við viðkomandi eigarar.
Vindorka í Suðuroy er serliga áhugaverd, tí møguleikar eru at goyma orkuna í vøtnunum, sum longu eru partar av elskipanini í Suðuroy.
Gongst sum ætlað, kann vindmyllulundin verða klár at seta í rakstur á heysti 2017.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo

« Aftur