140x140

Landsfólkayvirlit

Landsfólkayvirlitið flutti í juni mánað 2007 úr Innlendismálaráðnum inn á Umhvørvisstovuna. Arbeiðið við at umleggja Landsfólkayvirlitið, soleiðis at fyrisitingin verður skipað eftir nýggju lógini, er í gongd. Ein verkætlanarleiðari varð í novembur 2008 settur til at standa fyri eini nýggjari talgildari skipan fyri Landsfólkayvirlit.

 

Ivan Klein Olsen, sáli, fyrrverandi landsfólkayvirlitsleiðari á Umhvørvisstovuni.

 

Lógin um Landsfólkayvirlit hevur til endamáls at tryggja, at:

  • øll, ið eru fødd her í landinum, flutt til Føroya ella skulu skattaviðgerast í Føroyum hava eitt persónstal,
  • Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal,
  • hvør einstakur verður skrásettur á tí bústaði, har hann veruliga býr ella heldur til, og
  • upplýsingarnar í Landsfólkayvirlitinum á hóskandi hátt kunnu latast almennum myndugleikum ella privatum, ið hava heimilaðan áhuga í hesum.

 

Les meira her um ofta settar spurningar í samband við landsfólkayvirlit.

 

 

Landsfólkayvirlit