Forsíða Prenta síðu Sitemap Send okkum ein teldupost Logga inn

Samband

 

 

Høvuðsskrivstovan, Traðagøta á Argjum
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Skógrøkt, Hvítanesvegur í Hoyvík
» Finn okkum her

 

Mánadag - fríggjadag

09.00 - 15.00

  

Plantusølan

Mánadag - hósdag
12.00 - 17.00


Fríggjadag
12.00 - 18.00

Leygardag
10.00 - 14.00 

 

  Telefon:

 

Høvuðsskrivstovan:

tel.:  +298 34 24 00

fax.: +298 34 24 01

 

Tinglýsing:

tel.:  +298 35 80 20

fax.: +298 34 24 01

 

Landsfólkayvirlit:

tel.:  +298 35 80 50

fax.: +298 35 80 55

 

Fleiri:

» Starvsfólkayvirlit

 

  Dálking og vernd  Ofta spurt
[English edition]

Ofta spurt um dálking og vernd

Hvat kann eg brenna?
Hvar kann eg klaga um dálking?
Hvar finni eg umsókn um umhvørvisgóðkenning?
Hvørji virkir skulu søkja um umhvørvisgóðkenning?
Kann eg innflyta einnýtisíløt?
Kann eg søkkja gamla bátin hjá mær?

Hvat kann eg brenna?

Óansæð hvat slag av eldstaði talan er um, er bert loyvt at brenna tilfar, sum ikki dálkar. Tað vil siga, at tað er bert loyvt at brenna óviðgjørdan turran við, papp og pappír, so sum træplattar, trækassar og greinar umframt kol, torv og koks.
Tað er bannað at brenna burturkast á báli ella í eldstaði. Burturkast skal ikki brennast, tí nógvur og  vandamikil roykur kann koma frá bálinum.

Les meira her

 
Hvar kann eg klaga um dálking?

Tú skal klaga til tann myndugleika, sum hevur eftirlit við tí, sum hevur ábyrgdina av dálkingin.
Er talan um kommunal viðurskifti, so sum dálking frá einum granna, øðrum borgarum ella einum virki í kommununi, so skal tú klaga til kommununa, har tú býr.
Umhvørvisstovan viðger einans klagur um kommunal viðurskifti, tá borgarin, uttan úrslit,  hevur roynt at klaga til kommununa.
Hinvegin, er talan um dálking frá einum umhvørvisgóðkendum virki, ella øðrum serliga dálkandi virki, so skal tú klaga til Umhvørvisstovuna.

Les meira um at klaga her

 
Hvar finni eg umsókn um umhvørvisgóðkenning?

Áðrenn farið verður undir virksemi, sum eftir umhvørvisverndarlógini kemur undir serliga dálkandi virksemi, skal virki umhvørvisgóðkennast.
Umsóknarblaðið til umhvørvisgóðkenning kann takast niður her, verður fylt út og sent Umhvørvisstovuni.

Les meira um at søkja um umhvørvisgóðkenning her

 
Hvørji virkir skulu søkja um umhvørvisgóðkenning?

Serliga dálkandi virkir skulu søkja um umhvørvisgóðkenning.
Í serligum fylgiskjali til umhvørvisverndarlógina er ein listi yvir tær fyritøkur, virkir og útbúnaðir, ið skulu søkja um at verða umhvørvisgóðkend. Sí listan her.

 
Kann eg innflyta einnýtisíløt?

Ætlar tú at flyta inn leskidrykkir í einnýtisíløtum úr glasi, plasti ella metalli, er neyðugt at fáa loyvi til tað fyrst. Søkjast skal um loyvi hjá Umhvørvisstovuni. Umsóknarblaðið finnur tú her. Ein treyt fyri at fáa loyvi, er at tú hevur eina innlatingarskipan, soleiðis at tómu íløtini verða savnaði inn aftur, og at tómu íløtini fara til endurvinningar – tað vil siga, at íløtini verða brúkt í nýggjari framleiðslu.
Tá loyvi er givið, verður TAKS fráboðað um, at loyvi er fingið til innflutning.

Les meira um einnýtisíløt her.

 
Kann eg søkkja gamla bátin hjá mær?

Nei, søkking av øllum sløgum av bátum, eisini skipum, er bannað. Bannið kom í gildið 1. jan. 2005.

Lógin heimilar ikki undantøkum frá forboðnum.