|
Kanningarnar av dálkandi evnum í Føroyum vísa, at vit finna hesi evni her hjá okkum, og at tey stava bæði frá nýtslu í Føroyum, og frá nýtslu og framleiðslu í øðrum londum
Kanningar eru gjørdar av spillivatni og evju frá reinsiverkum, av yvirflatuvatni og av sýnum frá tyrvingarplássum o.ø. Dálkandi evnini, sum stava frá lokalari nýtslu, finnast ofta aftur í spillivatni, sum rennur frá húsarhaldum og virkjum.
Harafturat er botntilfar kannað frá støðum, har orsøk er til at halda, at dálkandi evnini síggjast aftur - tað vil siga, tætt við keldur - og frá støðum, har eingin lokal dálkingarkelda er. Harumframt eru kanningar gjørdar í t.d. fiski, sjófugli og havsúgdjórum.
Úrslitini frá hesum kanningum eru lýst í frágreiðingum (á enskum), sum liggja á heimasíðuni hjá Norðurlendska samstarvsbólkinum: www.nordicscreening.org
Kanningarnar higartil:
- Perfluorerað evni (PFAS) - les frágreiðingina her
- Siloxan - les frágreiðingina her
- Soppa- og bakteriutálmandi evnir, m.a. triklosan - les frágreiðingina her
- Evni við fenol - les frágreiðingina her
Omanfyri nevndu kanningar eru gjørdar í sambandi við norðurlendskt kanningarsamstarv, har endamálið hevur verið at lýsa støðuna fyri ymisk dálkingarevni ella bólkar av evnum í umhvørvinum í Norðanlondum (www.nordicscreening.org).
Umhvørviseftiransing
Aðrar kanningar, sum eru fevndar av regluligu umhvørviseftiransingini á Umhvørvisstovuni, fevna mest um dálkingarevni, ið kunnu flytast langvegis, sum t.d. kyksilvur og seintniðurbrótiligu lívrunnu dálkingarevnini PCB, DDT og onnur týningarevni.
PCB og DDT eru dømi um kemiskt framleidd evni, sum áður hava verið nógv brúkt í ymiskum vørum og til at basa skaðadjór, men sum ikki verða brúkt longur. Tó niðurbrótast tey seint, og finnast tí enn í umhvørvinum. Helst eru einstakar gamlar vørur við hesum evnum enn í nýtslu í onkrum húsarhaldum.
Kanningar verða gjørdar í hvali, fiski, fugli og landsúgdjórum. Harumframt verða kanningar gjørdar av metalum í havbotnstilfari og mosa. Hesar kanningar lýsa meira dálking, sum kemur uttanifrá, sum verður flutt til Føroyar við luft ella sjógvi, tó at lokalar keldur eisini kunnu vera.
Úrslit frá nøkrum av hesum kanningum eru savnað á síðuni: Dálking í tølum, og lýsa gongdina fyri dálkingina við tí ávísa dálkingarevninum. Hesi úrslitini síggjast her
 |
Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|