Persónlig røkt og klæðir

At vaska og røkja húð og hár, og halda burtur sveittalukti krevur vanliga nýtslu av sápu, sjampo, kremi, deodorantum og øðrum vørum. Nógvar av hesum vørum eru púra meinaleysar, meðan aðrar innihalda evni, sum í ringasta føri kunnu skaða heilsuna ella dálka umhvørvið. Tað sama er galdandi fyri klæði.


Hyggjuráðini eru at spyrja eftir vørum, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni, ella á annan hátt at tryggja sær, at vøran ikki inniheldur kemisk evni, ið eru skaðilig fyri heilsuna ella umhvørvið . 
  

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

Aðrar vørur

 

Børn og kemisk evni

Faldari til barnakonur, foreldur og stovnar. Trýst her.

 

 

Svanurin og Blóman

        

       Les meira -  Trýst her!