|
|
|
|
|
Ellutir og elektronikkur |
|
|
|

Flest øll hava í dag egna fartelefon, iPod, farteldu og líknandi vørur, ið brúka streym ella battarí. Slíkar vørur kunnu ofta innihalda flammutálmarar og onnur kemisk evni, sum kunnu dálka umhvørvið – ikki minst um vøran endar í vanliga ruskposanum!
Hyggjuráðini eru at spyrja eftir vørum, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni, ella á annan hátt at tryggja sær, at vøran ikki inniheldur kemisk evni, ið eru skaðilig fyri heilsuna ella umhvørvið. Røtt burturbeining hevur eisini stóran týdning.
 |
Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|
|
|
|
 |
|
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
|
|
|
|
|
|