Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 23-03-2012
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 11 A frá 23. mars 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. mars 2012Nr. 22

Løgtingslóg um jarðhitaskipanir

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

1. kapittul

Øki og allýsingar

§ 1. Lógin skipar viðurskiftini í sambandi við planlegging, gerð og rakstur av, og eftirlit við jarðhitaskipanum.

Stk. 2. Um hitaskipanin, umframt jarðhita, nýtir aðrar hitakeldur, fevnir lógin um tann partin av hitaskipanini, sum nýtir jarðhita.

§ 2. Í hesi lóg er:

1)   Jarðhitaskipan: Skipan, sum verður nýtt til upphiting við nýtslu av einari hitapumpu, og sum tekur hita úr jørðini.

2)   Loddrætt jarðhitaskipan: Jarðhitaskipan við boriholi, sum er gjørt við boriútgerð.

3)   Vatnrætt jarðhitaskipan: Jarðhitaskipan, sum ikki er ein lodrætt jarðhitaskipan.

2. kapittul

Loyvi og góðkenningar

Loyvi til jarðhitaskipan

§ 3. Kommunan veitir eftir umsókn loyvi til at gera og nýta jarðhitaskipanir.

Stk. 2. Áðrenn eigarin fer undir at gera og nýta eina jarðhitaskipan, krevst loyvi frá kommununi.

§ 4. Umsókn um loyvi at gera eina jarðhitaskipan skal vera skrivlig. Umsóknin skal innihalda upplýsingar um jarðhitaskipanina og um installatørin. Um søkt verður um loyvi til loddrætta jarðhitaskipan, skal umsóknin harumframt innihalda upplýsingar um boriholið, boringina og um brunnboraran.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur í kunngerð um tær upplýsingar, sum skulu latast eftir stk. 1, og á hvønn hátt hesar upplýsingar skulu lastast.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur í kunngerð um gjald fyri veitan av loyvi sbrt. § 3, stk. 1, fyri ummæli sbrt. § 5, stk. 1 og fyri góðkenning sbrt. § 9, stk. 1.

§ 5. Kommunan skal senda umsóknir um loyvi at gera eina jarðhitaskipan til ummælis hjá Jarðfeingi við eini svarfreist upp á 4 vikur, sum kann verða longd undir serligum umstøðum.

Stk. 2. Tá loyvi verður givið, skal kommunan senda avrit av loyvinum til Jarðfeingi.

§ 6. Fyri at fáa loyvi at gera eina jarðhitaskipan krevst:

1)   at umsøkjari skjalprógvar, at jarðhitaskipanin er dimensjonerað av góðkendum installatøri, sbr. § 9,

2)   at tað ikki stríður móti týðandi atlitum til verandi ella framtíðar byggingar v.m. at geva loyvi til jarðhitaskipanina, og

3)   at reglur til útbúnað, sum verður nýttur til jarðhitaskipanina, lýkur ásettu krøvini sbrt. § 10, stk. 1.

4)   at ein útgreining er gjørd av orkutørvi og nyttu av jarðhitaskipanini.

Stk. 2. Er talan um eina loddrætta jarðhitaskipan, krevst harumframt:

1)   at tað er møguligt at staðseta jarðhitaskipanina á ognini á slíkan hátt, at hon hevur neyðugu frástøðuna til aðrar jarðhitaskipanir, sum loyvi er givið til at gera, og

2)   at umsøkjari skjalprógvar, at jarðhitaholið verður borað av góðkendum brunnborara sbrt. § 9.

3)   Sum meginregla skal frástøðan vera í minsta lagi 20 metrar ímillum hvørja jarðhitaboring. Eru serligar umstøður, kann landsstýrismaðurin víkja frá hesi áseting.

Stk. 3. Kommunan kann í sambandi við loyvisveitan seta nærri treytir fyri loyvinum, herundir um:

1)   Staðseting av jarðhitaskipanini á ognini.

2)   Krøv til boriarbeiðið.

3)   Tíðarfreistir fyri, nær skipanin skal takast í nýtslu.

§ 7. Jarðfeingi skipar fyri at skráseta upplýsingar um øll borihol og øll galdandi loyvi til jarðhitaskipanir í einari telduskipan, ið skal vera atkomulig hjá almenninginum.

Stk. 2. Eigarin av einari jarðhitaskipan skal innan 30 dagar boða kommununi og Jarðfeingi frá, tá:

1)   jarðhitaskipanin verður tikin í nýtslu, og

2)   jarðhitaskipan endaliga verður tikin úr nýtslu aftur, ella ikki hevur verið í nýtslu í 2 ár.

§ 8. Kommunan kann taka loyvi aftur:

1)   um loyvishavarin grovt ella endurtikið brýtur ásetingar í lógini, reglur gjørdar við heimild í lógini, ella treytir í loyvinum,

2)   um Jarðhitaskipanin ikki longur er í brúk, sbrt. § 13, stk. 2.

Góðkenning av installatøri og brunnborara

§ 9. Jarðfeingi góðkennir eftir umsókn fysiskan ella løgfrøðiligan persón sum installatørur av jarðhitaskipanum og/ella sum brunnborara. Fyri at fáa góðkenning skal umsøkjarin:

1)   ikki hava boðað frá gjaldsteðgi ella vera undir trotabúsviðgerð,

2)   hava neyðugan fakligan førleika til at virka sum installatørur av jarðhitaskipan, ávíkavist brunnborari, og

3)   hava teknað neyðuga trygging ímóti møguligum endurgjaldskravi frá triðja-manni.

Stk. 2. Bert góðkendur brunnborari kann gera borihol til eina loddrætta jarðhitaskipan.

Stk. 3. Bert góðkendur installatørur av jarðhitaskipanum kann installera hitapumpuna í jarðhitaskipanini.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri  reglur í kunngerð um fakligu førleikakrøvini sbrt. stk. 1, nr. 2 og um, hvørjar aðrar uppgávur, enn tær í stk. 2-3 nevndu, skulu gerast av einum góðkendum installatøri ávíkavist góðkendum brunnborara, tá ein jarðhitaskipan verður gjørd.

Stk. 5. Um ein góðkendur installatørur ávíkavist góðkendur brunnborari ikki longur lýkur krøvini fyri góðkenningini eftir stk. 1 ella reglum, ásettum við heimild í stk. 4, kann Jarðfeingi taka góðkenningina frá viðkomandi. Um krøvini fyri góðkenningini ikki longur verða lokin, hevur viðkomandi skyldu til at lata Jarðfeingi góðkenningina aftur

Krøv til jarðhitaskipanina og boringina

§ 10. Bert góðkendar slangur og góðkendur løgur kunnu nýtast í einari jarðhitaskipan.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur í kunngerð um:

1)   útbúnaðin, sum verður nýttur í jarðhitaskipanum, herundir tær í stk. 1 nevndu slangur og løgur,

2)   hvørjar royndir skulu gerast av jarðhitaskipanini, áðrenn hon verður tikin í nýtslu, og

3)   viðurskifti í sambandi við boring av holi til loddrætta jarðhitaskipan.

 

3. kapittul

Rakstur og burturtøka

§ 11. Eigarin av einari jarðhitaskipan skal taka øll rímilig fyrilit fyri at tryggja, at løgur ikki lekur úr jarðhitaskipanini.

Stk. 2. Í loddrættum jarðhitaskipanum skal útbúnaður, sum er millum borihol og hitapumpu verða grivin í minsta lagi 50 cm niður í jørðina. Í vatnrættum jarðhitaskipanum skal allur uttandura útbúnaður vera grivin í minsta lagi 50 cm niður í jørðina. Um ikki ber til at grava útgerðina niður, eigur øll útgerð at verða tyrvd og ráðiliga vard. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri krøv til, hvussu útbúnaðurin verður vardur.

Stk. 3. Um eigarin av jarðhitaskipanini verður varugur við, at løgur lekur úr skipanini, hevur eigarin skyldu til beinanvegin at fáa tett lekan av góðkendum installatøri. Jarðhitaskipanin kann ikki verða nýtt, fyrr enn skipanin aftur er tøtt.

Stk. 4. Um brúkari av jarðhitaskipan verður varugur við tey í stk. 3 nevndu viðurskifti, hevur hann skyldu til beinanvegin at boða eigaranum frá hesum.

§ 12. Jarðhitaskipanin skal verða eftirkannað av einum góðkendum installatøri av jarðhitaskipan í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið tí kalendaraárinum, hon er tikin í nýtslu.

Stk. 2. Eigarin av jarðhitaskipanini skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um árligu eftirkanningina av jarðhitaskipanini.

§ 13. Tá ein jarðhitaskipan ikki longur verður brúkt, skal eigarin skipa so fyri, at løgurin verður tikin upp og burturbeindur sambært galdandi reglum um burturkast. Góðkendur installatørur skal hava eftirlit við og fyri kommununi vátta, at hetta er gjørt. Er talan um loddrætta jarðhitaskipan, skal harumframt verða lagt lok á boriholið.

Stk. 2. Ein jarðhitaskipan verður roknað sum ikki longur í brúki:

1)   tá kommunan hevur fingið fráboðan um, at skipanin er tikin endaliga úr nýtslu, ella

2)   tá skipanin ikki hevur verið nýtt til upphiting í 2 ár.

4. kapittul

Kæra, revsing, gildiskoma og skiftisreglur

§ 14. Avgerðir sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrismannin í vinnumálum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur móttikið fráboðanina.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at avgerðir, sum kommunan ella Jarðfeingi hevur tikið, kunnu kærast til eina kærunevnd, hvørs avgerðir ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kærur.

§ 15. Brot á § 3, § 7, stk. 2, § 9, stk. 2-3 og stk. 5, 2. pkt., § 10, stk. 1, § 11, stk. 3 og 4, § 12, stk. 1-2 og § 13, stk. 1 í hesi lóg verða revsað við bót, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni.

Stk. 2. Í reglum, givnum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót.

Stk. 3. Revisábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

§ 16. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.

Stk. 2. Fyri jarðhitaskipan, sum er tikin í nýtslu ella er í gerð, tá henda lóg kemur í gildi, eru §§ 7-8, § 10, stk. 1 og §§ 11-16 galdandi.

Stk. 3. Tíðarfreistin, nevnd í § 7, stk. 2, verður fyri tær í stk. 2 nevndu jarðhitaskipanir roknað frá tí degi, henda løgtingslóg kemur í gildi.

Stk. 4. Eftirkanningin, nevnd í § 12, stk. 1, er fyri tær í stk. 2 nevndu jarðhitaskipanir í fyrsta lagi kravd í fyrsta kalendaraárinum eftir, at henda lóg kemur í gildi.

 

Tórshavn, 16. mars 2012

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 116/2011